Eitt sindur um okkum

Bókadeild Føroya Lærarafelags varð sett á stovn í 1956 og er eitt forlag, ið gevur út barna- og ungdómsbøkur. Harumframt geva vit út barnabløðini Strok og Píka7, og fakblaðið Skúlablaðið, sum er málgagn hjá Føroya Lærarafelag.

Bókadeildin gevur umleið 80-90 bøkur út um árið. Av hesum er stórur partur av bókunum týddar til føroyskt, men vit geva eisini fleiri upprunaføroyskar bøkur út hvørt ár.

 

Nevnd
At stjórna Bókadeildini velir Føroya Lærarafelag nevnd, sum aloftast eru skúlabókavørðar. Í nevndina sita: Kristianna Poulsen, forkvinna, Jenny Lydersen, Anja Pálsdóttir, Tórarinn Niclasen á Rípuni og Gunrið Kallsberg. Skrivari í nevndini er Niels Jákup Thomsen.

 

Bókamessur
Bókadeildin tekur hvørt ár lut í altjóða bókamessu í Bologna og í Frankfurt am Main. Hetta verður gjørt fyri at kunna okkum um bókamarknaðin og fylgja við í rákinum innan barna- og ungdómsbøkur. Ein annar týðandi partur er at gera vart við okkum sum forlag og varpa ljós á okkara egnu rithøvundar og myndprýðarar.

Starvsfólk

  • Niels Jákup Thomsen
  • Stjóri / Managing Director
  • +298 617644 | +298 235772
  • nielsjakup@bfl.fo
  • Sanna Andrassdóttir Dahl
  • Ritstjóri / Editor
  • +298 235778
  • sanna@bfl.fo
  • Turið Kjølbro
  • Ritstjóri og blaðstjóri á Skúlablaðnum / Editor and Magazine Editor (Skúlablaðið)
  • +298 617642 I +298 235773
  • turid@bfl.fo
  • Silja Aldudóttir (í farloyvi)
  • Ritstjóri / Editor
  • +298 235774
  • silja@bfl.fo
  • Beinta Johannessen
  • Blaðstjóri á STROK og Píka7 / Magazine Editor (STROK and Píka7)
  • +298 221150
  • beinta@bfl.fo
  • Jóhanna Heðinsdóttir Wolles
  • Marknaðarfólk / Marketing
  • + 298 235777
  • johanna@bfl.fo
  • Beinir Bergsson
  • Ritstjóri / Editor
  • + 298 235775
  • beinir@bfl.fo

‍Bókaklubbin
Í 1986 var Bókaklubbin settur á stovn, hann var í 1991 víðkaður við bókaklubbanum Ung. Endamálið var at geva fólki høvi at ogna sær bíligar bøkur og eisini at økja um søluna av bókum, av tí at tað fáa staðni í landinum vóru og enn eru bókhandlar. 

Í dag er klubbin býttur upp í fimm bólkar frá 0 ár og til ungdóm. Bøkur koma út í hvørjum bólki átta ferðir um árið.
Síðani 2006 hevur eisini borið til hjá klubbalimum at keypa bøkur beinleiðis á netinum við at fara inn á bokaklubbin.fo.

Krabbabøkur og krossfiskar
Bókadeildin arbeiðir mangan í samstarvi við onnur um serligar útgávur. Til dømis geva vit røðina við krabbabókum og krossfiskum út saman við Námi.

Mín jólabók
Hvørji jól, síðan forlagið varð sett á stovn, er Mín jólabók komin út. Tær fyrstu jólabøkurnar høvdu bleytar permur, men síðan 2004 er jólabókin vorðin sum stór myndabók í litum við stívari permu. Innihaldsliga er hon broytt munandi við adventssøgu og ítrivi til børnini.

Ein loysn frá Sendistovuni