Tá pápi Sally var smádrongur

Thomas Brunstrøm

Sally hevur ein trupuleika. Pápi hennara lýgur ordiliga, ordiliga illa. Ella tað heldur Sally í øllum førum, at hann ger. Hann fortelur altíð søgur um, tá hann var smádrongur, og hvussu hann svav í einari pappeskju og mátti ganga 14 kilometrar í ongum skóm fyri at sleppa í skúla og fekk snoribollar til døgurða, men tí tók hann sanniliga ikki skaða av. Sally veit ikki, hvørjum hon skal trúgva - men ein dagin fær hon eitt hugskot. Eitt hugskot, sum kann avdúka pápan ...

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2024
  • Thomas Brunstrøm
  • Silja Aldudóttir
  • Danskt
  • Thorbjørn Christoffersen
  • Stuttligt
  • 36
  • Innbundin
  • 978-99972-0-946-7
Ein loysn frá Sendistovuni