Í skúla – Vit vilja hava floksveitslu

Helena Bross

Flokkurin hjá stórusystur Alisu skal hava floksveitslu.

Hví eru tað bara tey í fimta, sum sleppa at hava floksveitslu? hugsar Alisa og skjýtur upp, at hennara flokkur eisini skal hava veitslu, har tey kunnu dansa. Øll halda, at tað er eitt frálíkt hugskot, eisini Klara, lærari teira. Øll gleða seg, men tey vita ikki rættiliga, hvussu tey skulu lata seg í, og um tey yvirhøvur duga at dansa.

Bøkurnar eftir Helenu Bross eru partur í væl umtóktu røðini um 1.b, ið eru óføra góð til tey, sum eru í ferð við at læra seg at lesa. Bøkurnar eru lættar at lesa, og fínar myndir eru á hvørjari opnu.

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2025
  • Helena Bross
  • Kristianna Poulsen
  • Svenskt
  • Christel Rönns
  • skúli, floksveitsla
  • 62
  • Innbundin
  • 978-99972-3-033-1
Ein loysn frá Sendistovuni