Tað regnar, tað er vindur, og tað er sum heild ein ordiliga býttur dagur, heldur Sally. Tíbetur hevur pápin eitt RISASTÓRT yvirraskilsi, tá hon kemur heim. Sally og familjan hjá henni fara at ferðast. Tey skulu til eitt løgið land, sum Sally ongantíð hevur hoyrt um fyrr – og sum vanligt, tá tað hevur okkurt við pápa Sally at gera, verður tað ein ferð full av pellisøgum, flóvisligum hendingum – og kipsi. Og tá tey koma heim aftur, fær pápin aftur eitt ørt hugskot …