Lortaposi

Xena Knox

Antin ert tú við ella ikki. Kom við mær á hesa lortaferð ella hoppa av nú. Tað er títt val. Hey, í minsta lagi hevur tú eitt val.

Tá Freya smellur um og vaknar við einum stomiposa á búkinum, fara dreymarnir um tað perfekta summarið í vesikummuna. Í staðin fyri at hugna sær við vinunum í Portugal, verður hon send á „kukkilegu“ – eitt stað fyri børn og ung við tarmsjúkum at skapa ”samanhald”. Kann tað blíva verri? Ja. Ja, tað kann tað. Onkur er farin at kalla hana ”Lortaposi” … og tað hongur við. Freya ger av at liva upp til eyknevnið, er í øðini inn á vinirnar, eks-sjeikin og heimin. Tað virkar, sum um Chris frá leguni er tann einasti, sum sær ígjøgnum hennara nýggja verumáta …

Kann Freya fáa skil á sínum lorti? Ella endar hon við at vera einsamøll við sínum posa?

  • Útgávuár
  • Rithøvundar
  • Týðari
  • Upprunamál
  • Myndir
  • Evni
  • Síðutal
  • Slag
  • ISBN
  • 2025
  • Xena Knox
  • Tóri Rasmussen
  • Enskt
  • ung, tarmsjúka, kærleiki
  • 220
  • Heft
  • 978-99972-3-040-9
Ein loysn frá Sendistovuni