Ingun Christensen er føroyskur rithøvundur, fødd í 1968 og uppvaksin í Hósvík í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa. Hon hevur útbúgving sum korrespondentur í enskum/týskum og BA/ED í enskum. Áhugin at skriva hevur altíð verið har og sæst aftur í slag av útbúgving og arbeiði, sum fevnir um nógv skrivligt arbeiði, hóast tað er meira innan tað fakliga.
Fyrstu ferð hon fekk nakað á prent var í kvinnu í 2009, har hon skrivaði yrkingina Trælabundin. Seinastu nógvu árini hevur hon skrivað bøkur til børn, ung og vaksin. Í 2022 vann hon skaldsøgukappingina Ta føroysku bókhandlaravirðislønina við bókini Vilstar røtur. Umframt bøkurnar hevur hon skrivað søgur í Míni jólabók í nógv ár.
Ingun býr í Hósvík og eigur ein son.

















