Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Ein eydnufluga - Søgur um Alvu og Lias

    Elsubeth M. Fossádal

    Tríggjar søgur um systkini Alvu og Lias

    Ein eydnufluga: Gula flugan er eydnuflugan hjá Alvu. Liasi dámar best ta grønu, tí hon fiskar best. Men tá ið Lias roynir at fáa fluguna leysa úr sílinum, verður flugan føst í fremstafingrinum.

    Skatturin á loftinum: Uppi á loftinum hjá ommuni er nógv stuttligt goymt burtur, men har eru eisini nógvir eiturkoppar. Tað dámar Liasi einki.

    Koronabomm: Abbin hevur koronu og skal búgva í bláu koronalonini. Alva og Lias sleppa ikki inn, men tey fara at geva honum ein bommpakka inn ígjøgnum vindeygað.

    Hvat hendir, tá vit fáa sár, eru bangin ella sjúk? Hoyr, hvat læknin sigur á faktasíðuni aftan á hvørja søgu!

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2022
    • Elsubeth M. Fossádal
    • Føroyskt
    • Kathrina Skarðsá
    • Lækni, sjúka
    • 56
    • Innbundin
    • 978-99972-0-770-8