Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Mín jólabók 2022

    Ymiskir

    Mín jólabók 2022 er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við.

    Silja Aldudóttir hevur skrivað adventssøguna og Ukrainska Irina Shket hevur gjørt nøkur av ítrivunum í ársins jólabók. Hon og dóttirin Milana komu til Føroya, tá kríggið brast á í Ukraina fyrr í ár. Í ár verður fyrstu ferð, at tær báðar halda jól í Føroyum.

    Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan. Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2022
    • Ymiskir
    • Føroyskt
    • Ymisk
    • Jól, ítrív
    • 88
    • Innbundin
    • 978-99972-0-818-7