Føroyar

  • Føroyar
  • Norðurlond
  • Onnur lond

    Mín jólabók 2009

    ymiskir

    Mín jólabók við 24 ymsum søgun, ella yrkingum ella ítrivum

    So er jólabókin her, og vit kunnu fara undir at fyrireika okkum til høgtíðina.

    Og sjálvandi hoyrir jólabókin saman við fyrireikingunum.

    Ítrivini snúgva seg í stóran mun um kavamenn, men smákøkur og jólavættrar sleppa sjálvandi eisini upp í part. og so hava vit hugsað um fuglarnar hesaferð; hví ikki geva fuglunum mat, sum minnir um jól?

    Sámal Kristian Soll eigur adventsøguna, sum Herdis Jakobsen hevur myndprýtt.

    Hinar søgurnar hava Oddvør Johansen, Sólrún Michelsen, Mina Reinert, Rakel Helmsdal, Steintór Rasmussen, Oddfríður M. Rasmussen, Elsa Birgitta Petersen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð skrivað, og Alexandur Kristiansen og Theodor Olsen hava yrkingar við.

    Umframt Herdis Jakobsen hava Solveig Hansen, Jón Sonni Jensen, Janus á Húsagarði, Milja Hanusardóttir, Tanya Joensen og Lisa Golbe myndprýtt.

    • Útgávuár
    • Rithøvundar
    • Týðari
    • Upprunamál
    • Myndir
    • Evni
    • Síðutal
    • Slag
    • ISBN
    • 2009
    • ymiskir
    • føroyskt
    • ymisk
    • jól, ítriv
    • 92
    • innbundin
    • 978-99918-1-733-0