Dorte Karrebæk

Dorte Karrebæk er danskur myndprýðari og rithøvundur, fødd 19. juli 1946.
Hon hevur útbúgving sum reklamuteknari frá Listahandverkaraskúlanum í Keypmannahavn.
Hon ger plakatir, myndprýðir yrkisbøkur og skúlabøkur. Hon hevur eisini myndprýtt smábarnabøkur, myndabøkur, barna- og ungdómsbøkur.
Hon er strikuteknari og brúkar eisini myndalán. Persónarnir hava mangan stórar føtir og hendur. Tað avlagaða, groteska ella dreymakenda gongur aftur í verkum hennara. Hon hevur verið satiriskur teknari á Weekendavísini síðani 2001.
Hon undirvísir eisini í tekning á máling. hon ehvur havt framsýningar bæði í danmark og útlondum.

 

Myndprýðingar:
2003 Nú dansa bløðini, góðan dagin, eg eiti Harmonika, Tá ið vetur er hjá øllum øðrum, Endiliga, Ein spurningur í Ein halastjørna er komin

 

Heiður:
1990 Kulturministeriets Illustratorpris
1996 Danmarks Skolebibliotekarers børnebogspris
1996 Kulturministeriets børnebogspris
 

Heimasíða:

 


Útgávur

Ein loysn frá Sendistovuni