1920-2018
Johs. Andrias Næs var føddur í Hvalba. Hann var lærari og var skúlaráðgevi fyri serundirvísing í Føroyum, tók prógv sum skúlasálarfrøðingur í 1964.
Var nevndarlimur og formaður í Føroya lærarafelag 1959-68, í Føroya skúlabókagrunni 1959-85, harav eitt langt tíðarskeið formaður.
Hann hevur yrkt sálmar og sangir, (dulnevni: Flóvin Flekk), skrivað stuttsøgur, greinir um skúlamál, evnað undirvísingatilfar til. Hann hevur eisini lagt til rættis undirvísingartilfar í føroyskum og kristni.
Útgávur:
1951 Sakaði tað einki í Míni jólabók
1952 Ein dreymur í Míni jólabók
1953 Jólafriðurin í Míni jólabók
1954 Jólafriðurin í Míni jólabók
1955 Tá ið sólareygað mennist í Míni jólabók
1956 Heimboðin á jólum í Míni jólabók
1957 Kolaskipið í Míni jólabók
1959 Ein annar skoradagur í Míni jólabók
1961 Lítli Dímun í Míni jólabók
1964 Á Knúki í Míni jólabók
1965 Ein kvøldvakt í bakkveðri í Míni jólabók
1966 Klyvurfallið er farið í Míni jólabók
1967 Rossaklettarnir í Míni jólabók
1972 Stubbar úr søgu Føroya Lærarafelags. Serblað, Skúlablaðið
1974 Tá ið sólareygað mennist í Míni jólabók
Umrøða/ummæli:
Jóhannes Enni. Jóhs. A. Næs 50 ár. Tingakrossur 38/1970