Bergur Rasmussen

    Bergur Rasmussen er lærari og rithøvundur, búsitandi í Vestmanna.

    Bergur tók í 1996 prógv á Føroya Læraraskúla. Hann starvast í løtuni í Tórshavnar Kommunuskúla.
    Hóast Sigursteinurin er fyrsta bókin, hann hevur skrivað, so kenna vit hann frá rættiliga nógvu týddu bókunum, hann hevur latið úr hondum síðan aldarskiftið.
    Yndisdjórið hjá Bergi er kúgvin, men eftirsum hon krevur ov nógv pláss, so hevur hann einki húsdjór ...
    Yndisorkestrið hjá Bergi er Beatles; men hann hevur eisini onkrar aðrar plátur og fløgur ... og tá ið tað kemur til fótbólt, heldur hann seg eisini til sama bý; men um tað er tí honum ikki dámar at ganga einsamallur, ella tí honum dámar karamellur, tja ... tað lata vit standa sum ein opnan spurning ...
    Hóast Bergur enn ikki hevur lisið Narnia, so dámar honum væl orðingina hjá CS Lewis: Vit lesa fyri at vita, at vit ikki eru einsamøll ... tí tað er nakað av tí sannasta, ið sagt er um bøkur!

     

    Útgávur:

    2008 Sigursteinurin

    2015 Heit rotta í Vencili nr. 16/2015

     

    Umrøða:

    Paula Gaard: Sigursteinurin - ein móttøkufrøðilig viðgerð í Nýggj leiti. Sprotin 2013

     


    Útgávur

Ein loysn frá Sendistovuni