Helle Thede Johansen (f. 1963) er fødd og uppvaksin í Danmark.
Sum ung tók hon útbúgving sum fjarritara og sigldi nøkur ár verðina runt á handilsskipum hjá A.P. Møller. Tá ið tøkniliga menningin gjørdi tað møguligt at samskifta uttan fjarritara, fór hon í land og fluttu til Føroyar, og har hevur hon búð síðani miðskeiðis í 1980´unum.
Helle skrivar bæði á føroyskum og donskum. Felags fyri hennara tekstir er, at teir onkursvegna hava samskifti og sambond sum evni
Útgávur:
2010 Vikarurin – Tey í 5.B
2011 Vinurin - Tey í 5. B
2014 Lokaða landið - Tey í 5. B
Umrøða:
Barnaútvarpið hevur samrøða við Helle um Lokaða landið, 19. november 2014
Heimasíða: