Kathrina Skarðsá

Kathrina Skarðsá er føroyingur/dani, fødd í 1984 í Århus og búsitandi á Vesterbro í Keypmannahavn.
Hon hevur tikið bachelorprógv á Kunsthögskolan í Malmö.
Hon arbeiðir sjálvstøðugt á teknistovu í Ravnsborggade á Nørrebro saman við tíggju øðrum myndprýðarum, rithøvundum, grafikarum og fotografum.
Í 2016 vann hon kappingina millum myndprýðarar, kallað: Skriv, teckna, fortell, sum Gyldendal í Danmark og Norsk Gyldendal skipaðu fyri. Bókin, hon myndprýddi: Oddvold og Vindøen, kom út í desember 2017. Í 2022 vann fekk hon BLIXEN-heiðurslønina fyri barnabókina Slimfjorden, sum Kathrina hevur myndprýtt.
Tekningarnar hjá henni í Míni jólabók 2017 eru tær fyrstu, Kathrina hevur havt á prenti. Síðani hevur hon myndprýtt fleiri bøkur hjá bókadeildini.

 

Myndprýðing:

2017 Mín jólabók
2018 Katrin í Toftum (Ingun Christensen)
         Miljuløtur (Rakel Helmsdal)
         Marin og Hjartavætturin (Ingun Christensen)
         Mín jólabók
2019 Marin fær ein lítlabeiggja (Ingun Christensen)
          Mín jólabók2018
2020 Kjarr (Rakel Helmsdal)
2021 Alva og Lias (Elsubeth M. Fossádal)
2022 Ein eydnufluga - søgur um Alvu og Lias (Elsubeth M. Fossádal)

 


Útgávur