BOB: Bárður Oskarsson við nýggjari myndabók

Bob er heiti á nýggju myndabókini hjá Bárði Oskarsson. Myndirnar hava eyðkenda stílin hjá Bárði, og undirspælda, stuttliga og minimalistiska søgan hevur eitt filosofiskt tvist. Bob er triðja bókin um hundin Hilbert og kaninina Bob. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.
 
Um bókina:
Bob hevur funnið ta heilt røttu gularótina í handlinum, men knappliga er hon burtur … Hann gloymdi hana í bussinum. Men so kemur Hilbert, og kanska alt fer at laga seg.
 
Um rithøvundin:
Bárður Oskarsson er føddur í 1972 og er ein tann mest týddi føroyski rithøvundurin. Bøkurnar hjá honum eru útgivnar á uml. 20 ymisk málum. Fyrsta bók hansara er Ein hundur, ein ketta og ein mús frá 2004. Tann best kenda er helst bókin, Flata kaninin.
Træið, sum er fyrsta bókin í røðini um Hilbert og Bob, vann Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn norðurlandaráðsins í 2018. Rættindini til Bob eru longu seld til USA og Danmarkar, har bókin verður útgivin seinni í ár.
 

Onnur tíðindi