Sjókæti A-OY fær the White Ravens 2025-heiðursmerki

The International Youth Library hevur kunngjørt The White Ravens-katalogið 2025, sum er eitt úrval av altjóða barna- og ungdómsbókum, ið eru á einum høgum bókmentaligum og myndlistaligum støði og viðgera evni, sum røkka einum altjóða lesaraskara. Í ár eru yvir 200 bøkur úr o.u. 50 ymiskum londum valdar út, og hesar fáa The White Ravens-heiðursmerki. Millum teirra er Sjókæti A-OY eftir Sólrún Michelsen og Anniku Øyrabø.

 

Bókin inniheldur stuttligar og fangandi yrkingar um ymiskar fiskar og onnur sjódjór frá A til OY, sum Sólrún Michelsen so hegnisliga hevur yrkt. Annika Øyrabø hevur myndprýtt við vøkrum, litríkum og stuttligum pappírsklippi, ið fangar góða lagið í yrkingunum. Sólrún Michelsen er rithøvundur og hevur skrivað stuttsøgur, skaldsøgur, sálmar og yrkingar til børn, ung og vaksin. Annika Øyrabø er sniðgevi og myndprýðari, sum eisini hevur myndprýtt barnabøkur eftir Aðalbjørg Linklett og Dánial Hoydal.

 

Nevndin sigur m.a. um Sjókæti A-OY, at:

„ ( … ) this poetic alphabet book is all about sea creatures (which makes perfect sense, since the Faroe Islands are an archipelago in the North Atlantic, surrounded by water on all sides). Sea urchins, mussels, and of course fish in every size, shape and colour – whether swimming as loners or schooling like herring – are the stars of these playful poems. Capelin (a small fish from the smelt family) and salmon, for example, are known for racing about madly. Sólrún Michelsen, one of the best-known Faroese authors, who writes for both children and adults, wrote the fishy verses. The illustrations – colourful, tongue-in-cheek collages – were created by Annika Øyrabø, who is also known beyond the islands’ borders.

 

The International Youth Library sýnir úrvaldu bøkurnar fram á bókamessum í t.d. Frankfurt og Bologna, har fólk í túsundatali vitja. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í mars 2025.

 

Vit ynskja Sólrún og Anniku til lukku við The White Ravens-heiðursmerkinum!

 

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni