Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva seks nýggjar bøkur í krabbarøðini út. Les meira um tær niðanfyri.
Krabbarnir hesa ferð:
Reyður krabbi – krabbabók í triðja torleikastigi
Eitt skrímsl svevur í tjaldi er sætta bókin í røðini um tey í Skrímslagarði. Hesa ferð fara tey at tjalda, og tá hendir mangt óvæntað – og kanska væntað.
Mats Wänblad skrivaði, Pelle Forshed myndprýddi, og Hjørdis Heindriksdóttir týddi úr svenskum.
Lilla faktakrabbi – faktakrabbabók í fjórða torleikastigi
Hvør hárlitur er vanligast? Hvar veksur hár, og hvar veksur tað ikki? Kann hár lyfta ein fíl? Í Hárut fakta eru bæði vanlig og eitt sindur løgin fakta um hár.
Ingelin Røssland skrivaði, Jenny Jordahl myndprýddi, og Kristianna Poulsen týddi úr norskum.
Lilla krabbi – krabbabók í fjórða torleikastigi
Milo kongi leingist eftir ævintýrum. Og gamla vinkona hansara, Luna, hevur tørv á hjálp. Ein óndur anda-átari hóttir býin, sum hon býr í. Milo fer beinanvegin avstað. Men í øllum ruðuleikanum ger hann eitt ræðuligt mistak.
Mette Finderup skrivaði, Kristian Eskild Jensen myndprýddi, og Rannvá Skeel Johannesen týddi úr donskum.
Spøkilsisvinur 2 – Dukidreygur
Lilla krabbi – krabbabók í fjórða torleikastigi
Kom við Magnusi og Sagu á nýggjar ævintýraferðir! Í einum elligomlum mynti, sum Magnus hevur fingið frá pápa sínum, býr spøkilsið Gimli. Magnus og Saga mugu hjálpa honum leysum og samstundis ansa sær fyri dukidreygunum, sum krógva seg í Valladali. Tey mugu ikki spilla tíðina …
Dukidreygur er onnur bókin í røðini Spøkilsisvinur og snýr seg um gandakendar verur, gomul loyndarmál og eitt heilt serligt vinalag. Júst til tín, sum dámar spenning og ævintýr!
Michelle Tolo skrivaði og myndprýddi, og Kristianna Poulsen týddi úr norskum.
Krossfiskarnir hesa ferð:
Reyður krossfiskur – krossfiskur í triðja torleikastigi
Útróðrarmenninir í Saltvík halda, at lítli Krako er vandamikil, og teir vilja sleppa av við hann. Men Ofelia trýr ikki upp á, at tað er lítli Krako, sum oyðileggur bátarnar í havnini. Okkurt annað má vera í sjónum, eitt størri skríms. Ofelia fer undir kav, og har sær hon dungar av burturkasti og olju! Fær Ofelia sannført fólk í Saltvík um, at skrímslini ikki eru vandamikil, men svong?
Sokkin er sætta bókin í røðini Krypto.
Hans Jørgen Sandnes skrivaði og myndprýddi, og Kristianna Poulsen týddi úr norskum.
Bláur krossfiskur – krossfiskur í fimta torleikastigi
Venja býr á einum stórum slotti saman við pápa sínum. Einasti vinur hennara er Inga, barnagentan. Men Inga er horvin. Ein dagin sníkti hon seg inn í skógin, og síðani hevur eingin sæð hana. Venja hevur sett sær fyri at finna Ingu. Líkamikið hvat. Men hon megnar tað ikki einsamøll …
Røðin um Venju er eitt lættlisið ævintýr. Tað er gandakent og spennandi við døprum loynidómum. Venja 1. partur – Paktin er fyrsta av seks bókum.
Gry Kappel Jensen skrivaði, Andreas Erstling myndprýddi, og Tordis Johannessen týddi úr donskum.