Eric Carle deyður

Eric Carle, amerikanski rithøvundurin og myndprýðarin, er deyður 91 ára gamal.

Eric Carle var føddur í USA í 1929 og hevði týsk foreldur. Tey fluttu til Stuttgart í Týsklandi, tá Eric var 6 ára gamal, so hann kom at uppliva at vaksa upp í einum landi, har nasisman gjørdist ráðandi hugmyndafrøðin í landinum.

Eric Carle hevur ikki tosað nógv um sínar upplivingar í nasistiska Týsklandi, men hann sigur í viðtali í The Times í 2007, at tað gráa, brúna og skitna grøna, sum nasistarnir brúktu sum kamoflasju á bygningunum, gjørdi bara, at alskur hansara til teir glaðu litirnar øktist meira og meira.

Og tað eru júst teir glaður, heitu litirnar, sum Eric Carle er kendur fyri.

Eric Carle flutti aftur til USA í 1952, men byrjaði ikki at skriva og myndprýða sjálvur, fyrr enn hann var farin um tey tretivu, og tað varð til fleiri enn 70 bøkur.

Michelle H. Martin, professari á University of Washington, segði eina ferð: at um tú ikki kennir Hina svongu ormveruna, so ert tú analfabetur, tá ræður um barnabøkur.

Hin svnga ormveran er heilt greitt tann kendasta av øllum bókum hansara. Hon kom út í 1969 og er týdd til fleiri enn 70 mál. Harímillum eisini føroyskt.

Bókadeildini gav bókina út sum myndabók í 2004, aftur sum blindabók í 2007 og sum pappbók til tey minstu í 2012.

Umframt hesar hava vit givið út 10 lítlar gummidunnur í 2006, Hin ágrýtna eiturkoppin í 2006, Lær litir, skap og tøl í 2013 og Gronutu mariuhønuna í 2020.

 

Onnur tíðindi