Nýggjar bøkur í august

Bókadeildin gevur út seks bøkur í ársins fimta bókaumfari! Les meira um bøkurnar niðanfyri.

 

Songartíð – Mín fyrsti Fívil

Fívil skal í song, men fyrst má hann hjálpa lítla fílinum at finna bamsuna, sum er horvin. Mín fyrsti Fívil songartíð er ein fitt, sniðskorin pappbók til tey minstu børnini.

David McKee hevur skrivað og myndprýtt. Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum.

Bókin er 10 bls. og til tey uml. 0-1 ára gomlu.

 

Nummar 1 teljingarbókin

Vælkomin til eina stuttliga, nýggja teljingarbók. Hon er EINasta av sínum slag! Ert tú til reiðar? Tað er bara EITT, tú skalt vita, áðrenn tú fert at telja… Har eru bæði EITT og tvey rættiliga løgin ting. Ert tú til reiðar? ERT TÚ?

Caspar Salmon skrivaði, og Matt Hunt myndprýddi. Marna Jacobsen týddi úr enskum.

Bókin er innbundin, 28 bls. og til tey uml. 2-3 ára gomlu.

 

Ein eydnufluga – Søgur um Alvu og Lias

Tríggjar søgur um systkini Alvu og Lias, sum gera nógv stuttligt saman. Tey fara at fiska, leita eftir skattum á loftinum hjá ommu og geva abbanum koronabomm inn ígjøgnum vindeygað. Viðhvørt fáa Alva og Lias ein snudd, og hvat hendir, tá vit fáa sár, eru bangin ella sjúk? Hoyr, hvat læknin sigur á faktasíðuni aftan á hvørja søgu!

Elsubeth M. Fossádal skrivaði, og Kathrina Skarðsá myndprýddi.

Bókin er innbundin, 56 bls. og til tey uml. 4-6 ára gomlu.

 

Nógv tann elsti í flokkinum

Tað kann vera eitt sindur merkiligt at byrja í nýggjum skúla, tá tú ongan kennir. Tað er eisini løgið, tá ein 96 ára gamal maður setir seg undir liðina á tær, og eingin annar hugsar um tað! Skjótt verða floksfelagarnir Eyð og Ragnar bestu vinir, hóast tað eru 90 ár á muni millum tey. Tá Eyð uppdagar loyndarmálið hjá Ragnari, gera tey bæði eina avtalu, men fer Eyð at klára at halda hana?

Bergrún Íris Sævarsdóttir skrivaði og myndprýddi. Þóra Þóroddsdóttir týddi úr íslendskum.

Bókin er innbundin, 80 bls. og til tey uml. 7-9 ára gomlu.

 

Ódjór

Vatnflóð og jarðskjálvtar eru í býnum, men eingin veit hví. Úr sínum loyniliga træi sær Asta rotturnar tysja runt í viðarlundini. Í skúlanum droymir hon um, at takið sorlast niður í høvdið á teimum øllum. Undir asfaltinum og betonginum hóttir ein vera við at leggja allan býin í oyði. Ein dagin stendur Asta andlit til andlits við hana.

Ein søga um ódjórini, sum liva rundan um og innan í okkum.

Silja Aldudóttir skrivaði, og Bárður Dal Christiansen myndprýddi. Bókin er innbundin, 156 bls. og til tey uml. 10-13 ára gomlu.

 

Okkara oyggj

Tá mamma teirra doyr, mugu systkini Holly, Jonathan og Davy stríðast fyri at klára seg sjálv. Tá ríka, men løgna abbasystir teirra, Irene, fær eina heilabløðing, vitja tey hana á sjúkrahúsinum. Hon gevur Holly eina myndamappu, sum er full í sporum, sum kunnu føra til ein virðismiklan skatt. Finna tey skattin, eru tey bjargað. Men tað eru ikki bara tey, sum vilja hava hendur á skattinum… Sally Nicholls skrivaði, og Urd Johannesen týddi úr enskum.

Bókin er heft, 240 bls. og til tey, sum eru 14 ár og eldri.

Onnur tíðindi