Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs fingu falkaheiðursmerki

Hjúnini Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs fingu í gjár falkaheiðursmerki frá íslendska forsetanum, Guðna Th. Jóhannessoni, fyri teirra stóra arbeiði við at týða bókmentir millum íslendskt og føroyskt. Seinastu 50 árini hava tey týtt eitt ótal av bókum úr íslendskum til føroyskt, nevnast kunnu m.a. fleiri bøkur hjá nobelvirðislønta Halldór Laxness.

Martin og Þóra hava eisini týtt íslendskar barnabøkur til føroyskt. Tann nýggasta er Nógv tann elsti í flokkinum eftir Bergrún Iris Sævarsdóttir, sum Bókadeildin gevur út í hesum døgum. Nógv tann elsti í flokkinum er fyrsta bók av trimum í røðini um Eyð og oldingin Ragnar, sum ganga í fyrsta flokki saman og gerast bestu vinir, hóast tað eru 90 ár á muni millum tey. Triðja bók í røðini, Nógv tann elsti nakrantíð, vann Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn útnorðurráðsins í 2020. Bókadeildin fer at geva alla røðina út, sum Þóra Þóroddsdóttir týðir til føroyskt.

Bókadeildin ynskir Martini og Þóru hjartaliga til lukku við væl uppibornu viðurkenningini.

 

Onnur tíðindi