Sjey nýggjar bøkur frá Bókadeildini í ársins áttanda og seinasta bókaumfari!

Nakrar fittar myndabøkur til smærri børn, ein forkunnug myndabók um veðurlagsbroytingar, ferðmiklar søgur til størri børn og ein stuttlig og álvarsom ungdómsbók. Les meira um allar bøkurnar niðanfyri.

 

Mimbo Jimbo sigur góða nátt

Mimbo Jimbo sigur øllum vinunum góða nátt ...

... og bustar tenn. Sov væl, Mimbo Jimbo.

Jakob Martin Strid hevur skrivað og myndprýtt bókina. Bókin er ein pappbók, 12 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ára gomul.

 

Jóna etur alt

Forvitna Jóna finnur altíð okkurt gott! Nammi-namm. Jóna vil smakka alt: Sand, blómur og harusparl. Karamellupappír er eisini gott. Men tá ið tann ordiligi døgurðin er liðugur, er Jóna mett! Ella …

Møðgurnar Eva Eriksson og Lisa Moroni hava skrivað og myndprýtt, og Kristianna Poulsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 18 bls. og til børn, sum eru uml. 2-3 ára gomul.

 

Jóna setir seg

Kann eg sita her? undrast forvitna Jóna. Jóna vil seta seg á pinkulítla stólin hjá dukkuni. Oy! Hann brotnaði. Men tað ger einki. Jóna kann jú seta seg á so nógv annað. Á bóltin kanska …

Møðgurnar Eva Eriksson og Lisa Moroni hava skrivað og myndprýtt, og Kristianna Poulsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 18 bls. og til børn, sum eru uml. 2-3 ára gomul.

 

Mítt botnlív – skrivað hevur ein einsamallur axolotlur

Mítt botnlív er ein vónrík og eksistentiell myndabók um veðurlagsbroytingar. Linda Bondestam er ein finnlandssvenskur myndabókaskapari, og henda bókin var tilnevnd til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri barna- og ungdómsbøkur í 2021.

Sanna A. Dahl týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 48 bls. og til børn, sum eru uml. 4-6 ára gomul.

 

Nógv tann elsti nakrantíð

Ein dagin verður alt lívið hjá Eyð vent á høvdið. Mamma og pápi fortelja henni góð tíðindi – sum hon ikki verður glað fyri. Samstundis viknar heilsan hjá Ragnari, 97 ára gamla besta vini hennara og floksfelaga. Eyð følir, at alt broytist – og tað gongur alt ov skjótt! Eyð lærir, at tað ofta er stutt millum sorg og gleði, og at stórar broytingar ikki altíð eru so truplar.

Bergrún Iris Sævarsdóttir hevur skrivað og myndprýtt. Bókin er innbundin, 112 bls. og til børn, sum eru uml. 7-9 ára gomul.

 

Rustaði heimurin III - Ókrút

Ókrút er triðja bók í røðini Rustaði heimurin. Tey fýra systkini hava sett seg upp ímóti risafyritøkuni Atlas og tí óhugnaliga Døkka Gubba. Men nú eru Píl, Petur, Bowie, foreldrini og abbin fangað í Atlastorninum. Bara lítlasystirin Ramona gongur leys. Hon er stødd skeivumegin elektropulsmúrin í rusklandinum Danmark, men tíbetur hevur hon tann tonsatunga námsrobottin, Rusk, hjá sær, og tey bæði ætla sær at bjarga familjuni.

Adam O. hevur skrivað og myndprýtt, og Tórarinn Niclasen á Rípuni týddi úr donskum. Bókin er heft, 82 bls. og til børn, sum eru uml. 10-13 ára gomul.

 

Comedy Queen

Mamman hjá Sashu fekk fólk at gráta. Hon fær enn fólk at gráta, hóast hon ikki livir longur. Tí hevur Sasha gjørt ein lista. Fyri ikki at blíva sum mamman eru tað sjey ymisk ting, hon má gera. Um hon bara eydnast við tí, so kanska hitt hvørvur, tað, sum fjalir seg aftan fyri eyguni og brennur og hóttir við at trilla oman eftir kjálkunum.

YMISKT, EG MÁ GERA FYRI AT YVIRLIVA:

  1. Klipp alt hárið av.
  2. Royn ikki at taka tær av nøkrum, sum livir.
  3. Les ongar bøkur.
  4. Far bara í litføgur klæðir.
  5. Hugsa ikki ov nógv (helst slett einki).
  6. Ikki ganga túrar. Ikki fara í skógin.
  7. Ver ein COMEDY QUEEN!

Jenny Jägerfeld hevur skrivað, og Ása Ellefsen týddi úr svenskum. Bókin er heft, 214 bls. og til børn, sum eru uml. 12 ár og eldri.

 

Onnur tíðindi