Barnatiltak við Motorsúkkluni 20. mai 2023

Set kross í kalendaran, tí nú kemur MOTORSÚKKLAN!
 
 
Kom og hoyr søguna um motorsúkkluna. Har vera eisini ORDILIGAR motorsúkklur!
Richard fer at lesa søguna, og Hans fer at vísa okkum sínar motorsúkklur. Barnakórið Sangfuglar fer eisini at framføra nakrar sangir.
Aftaná verður ein drekkamunnur og møguleiki at keypa bókina, hitta rithøvundin og myndprýðaran og at hyggja nærri at motorsúkklunum.
 
MOTORSÚKKLAN er spildurnýggj, føroysk barnabók, sum Richard H. Johansen hevur skrivað, og Hans Niclasen hevur teknað myndirnar til. Richard og Hans arbeiða sum flogmekanikarar og elska at putla við maskinur. Teir koyra báðir motorsúkklu, og Hans eigur FLEIRI motorsúkklur m.a. eina BSA M20 sum í bokini. Hans og Richard búgva í Miðvági.
 
Um bókina:
Bjørn og Ari elska at sleppa at rokast í garasjuni, har allar motorsúkklurnar hjá pápa Bjørn eru. Teir hava arbeitt upp á eina gamla motorsúkklu í allan vetur. Nú er hon liðug, og teir sleppa endiliga at starta motorin. Og tað er tað kulasta NAKRANTÍÐ! Men so skulu teir eta nátturða, og pápin sigur, at nú mugu teir gevast og bíða til dagin eftir …
Men klára Bjørn og Ari at bíða? Ella noyðast teir kanska líka at sníkja seg út í garasjuna? Les bókina og finn út av tí!
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.
 
Leinki til tiltakið á Facebook: HER

Onnur tíðindi