Søgur, sum ongantíð verða ov gamlar

Summar søgur kunnu lesast tvørtur um ættarlið, og tað hevur einki at siga, hvussu gamlar tær eru. Soleiðis er tað við bókunum á hesum listanum. Tú hevur helst lisið ella hoyrt fleiri av teimum, tá tú vart barn. Her eru nakrar klassiskar barnabøkur, sum bæði børn og vaksin elska.

 

 

Bestu ævintýrini hjá H. C. Andersen

Hetta savnið við kendastu og best dámdu ævintýrunum hjá H. C. Andersen hoyrir heima í øllum barnakømrum. Øll ævintýrini eru myndprýdd við vøkrum tekningum.

Prinsessan á ertrini, Pinkulisa, Hin áhaldnin tinsoldáturin, Mishátti dunnuungin, Svínadrongurin, Smágentan við svávulpinnunum, Nýggju klæðir keisarans, Eldførið, Kavamaðurin, Granntræið, Dólghanus og Villu svanirnir.

Til børn og vaksin í øllum aldri.

 

Flekk-bøkurnar

Flekk hjálpir til á bóndagarðinum. Har eru nógv djór og nógv at gera. Komið upp í traktorin saman við Flekki, so fara tit at hava tað so stuttligt á bóndagarðinum.

Frá 0 ár.

 

Søgusavnið hjá Jan Lööf

Í hesi flottu útgávuni eru tólv myndabókaklassikarar savnaðir. M.a. “Abbi er sjórænari”, “Søgan um reyða súrepli” og fleiri aðrar kendar og vælumtóktar søgur.

Jan Lööf er ein av teimum størstu barnabókarithøvundunum og myndprýðarunum í Svøríki. Í meira enn 50 ár hevur eydnast honum at finna fram til tað heilt serliga í myndum og frásøgutóna, sum fangar lesaran.

Frá uml. 3 ár.

 

Palli Pumm

Bæði ung og gomul  stuttleika sær saman við hunangshungrandi spælibjørnini Palla Pumm, Kristoffuri Róa, Purkili, Kaninusi, Uglasi, Asnari, Kengu og lítla Ru, tá ið tey fara á ævintýrferð í hundrað metra skóginum. Í hesi bókini finnur Tikári út av, hvat tikárum dámar, og Purkil ger eitt satt bragd. Asnar finnur Gulasastovu, og Uglas flytur í hana, og Kristoffur Rói og Pumm finna eina álvalund.

Ein kærkomin bók at lesa fyri børnum.

 

Petur Kanin

Petur kanin er líka so elskuligur, kúllaligur og spælin sum altíð. Við kaninskapaðu pappbókini fáa yngstu lesararnir sína heilt egnu kanin bæði at lesa um og at spæla við.

Børnini kunnu taka fittu og mjúku Petur Kanin við undir armin, spæla við hana og balla hana í vognin og leggja hana at sova.

Frá 0 ár.

 

Pettson og Findus

Vælkomin heim til Pettson og Findus! Her hittir tú bæði hønur og neyt og nakrar sniflar eisini. Men ikki revin, tí hann hevur Findus rætt langan veg burtur. Tú fert at kenna teg heima á garðinum, sleppur við at tjalda - og kanska at halda ein føðingardag ella tveir.

Í hesari savnsútgávuni eru fimm væl umtóktar søgur.

Frá uml. 2 ár.

 

Gita, hvussu góður eg eri við teg

Lítli haruungin skal skjótt í song, men Stóra hara skal fyrst gita, hvussu góður hann er við hana. Hann roynir at lýsa tað við orðum og endar við at siga: „Eg elski teg líka upp á mánan – OG NIÐUR AFTUR.”

Hetta er ein bók, sum bæði foreldrum og børnum dámar so sera væl … Øll vaksin vilja fegin lesa hana umaftur og umaftur, tá ið tað er songartíð!

Frá uml. 1 ár.

 

Fólk og dólgar í kardamummubýnum

Les um dólgarnar, Kaspar, Jaspur og Jónatan, um Suffíu mostur, Bastian politimeistara og mong onnur í hesum frálíka klassikara. Aftast eru løgini til sangirnir, sum sungnir verða í Kardamummubýnum.

Frá uml. 5 ár.

 

Emil í Lønnibergi

Skálkabrøgd eru stuttlig! Fimm ára gamli Emil sær kanska út sum ein eingil, men vit vita øll, at hann er villur, uppfinningarsamur og treiskur og ger fleiri skálkabrøgd, enn tað eru dagar í árinum. Hóast Emil er fittur og vinaligur, ger hann nógv skálkabrøgd. Hann vil altíð hjálpa øðrum, men viðhvørt gongur tað galið …

Í ár eru 60 ár síðan fyrsta bókin um Emil í Lønnibergi varð útgivin.

Frá uml. 4 ár.

 

Pippi Langsokkur

Pippi ger altíð júst, sum hon sjálv vil! Í bókini eru tey bestu ævintýrini um Pippi: Pippi Langsokkur, Pippi fer umborð og Pippi í suðurhøvum.

Soleiðis sigur Astrid Lindgren frá um søguna um Pippi Langsokk:

Í 1941 lá mín sjey ára gamla dóttir, Karen, sjúk við lungnabruna. Hvørt kvøld, tá ið eg sat á songarstokkinum hjá henni, bað hon: Fortel mær eina søgu.

Eitt kvøldið spurdi eg hana: - Hvat skal eg fortelja tær? So svaraði hon: - Fortel um Pippi Langsokk. Hon fann upp á navnið júst í somu løtu. Eg spurdi hana ikki, hvør Pippi Langsokkur var, eg fór bara at fortelja. Og av tí at tað var eitt so sermerkt navn, so bleiv hetta eisini ein sermerkt genta.

Frá uml. 4 ár.

 

Klintrimús

Øll, sum hava lisið ella hoyrt um Klintrimús, kenna søguna um Piparkøkusangin, og um hvussu eitt mistak gjørdist bjargingin undan einum tjóvskum revi, og boðskapurin um, hvussu djór eiga at liva saman í skóginum í sátt og semju, er kanska eisini ætlaður okkum á tveimum beinum.

Frá uml. 4 ár.

Onnur tíðindi