Mín Jólabók fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

Í áratíggju hevur Bókadeild Føroya lærarafelags givið út jólabókina Mín jólabók. Ein bók til alla familjuna, sum flestu føroyingar og kanska serliga føroysk børn helst kenna. 

Og fyri hetta megnararbeiðið hevur Tórshavnar býráð valt at lata ársins Barnamentanarheiðursløn til Bókadeild Føroya lærarafelags fyri Mín jólabók.

Grundgevingin ljóðar soleiðis:

Hvørji jól, síðan Bókadeild Føroya Lærarafelags varð sett á stovn, kemur Mín jólabók sum eitt frískt lot inn í føroyska mál- og barnaheimin.

Fyrstu útgávurnar vóru smáar og einfaldar, men síðan 2004 er jólabókin vaksin – bæði í vavi og dygd. Sniðið er nútíðargjørt, og myndagóðska og sniðgeving eru á høgum stigi. Harumframt er úrvalið bæði breitt og stórt við nógvum frálíkum myndum og tekningum. Bæði viðurkend listafólk og listaspírar lata tilfar til jólabókina, sum harvið klekir nýggj listarák, høvundar og myndprýðarar.

Mín jólabók er skipað sum ein kalendarabók við 24 pørtum, har vit hvønn dag frá 1. desember til jólaaftan fáa dygdargott føroyskt upprunatilfar við søgum, yrkingum og ítrivi. Bókin er sostatt eitt gott og burðardygt alternativ til vanliga pakkakalendaran.

Mín jólabók er fastur táttur í mongum barnalívi og er í harðari kapping við útlendskar tøknirisar, sum støðugt ota seg inn á føroyskt mál og mentan.

Mín jólabók kann metast at vera krúnan á árligu føroysku barnabókaútgávuni, og er tí eitt gott val til Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Á myndini eru Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeildini, og ritstjórarnir á Míni Jólabók, Turið Kjølbro og Beinta Johannesen, sum tóku ímóti heiðrinum.

       

Onnur tíðindi