Bókaframløga: Toran gongur

Rakel Helmsdal útgevur nýggja myndprýdda skaldsøgu. Toran gongur er ein hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda.

Í tí sambandi skipar Bókadeildin fyri bókaframløgu á Listasavninum 8. novembur kl. 19.

Til bókaframløguna greiðir Rakel Helmsdal í samrøðu við Solveig Hanusardóttir Olsen frá bókini og myndunum, og lesur upp úr bókini.

Eitt tónleikainnslag verður eisini.

Bókin verður til sølu fyri ein góðan prís, og Kafé List verður opin.

Myndirnar í bókini eru listagrafikkur við cyanotypiprenti, turrnálsprenti og akvarell. Eitt úrval av myndunum verður sýnt fram í forhøllini.

 

Um bókina:

Í einum stórum gomlum húsi búgva fýra húski. Øll í húsinum hava sár á sálini. Ein dagin bjóðar fjúrtan ára gamla Aurora øllum til døgurða, og tey taka eitt trilvandi fet inn í lívið hjá hvørjum øðrum. Um náttina gongur toran, so tað buldrar og brakar í húsinum. Tá tey vakna um morgunin, er Sirje horvin – gentan, sum ongastaðni fer einsamøll – og tey mugu øll hjálpast at, um tey skulu finna hana aftur.

Bókin snýr seg um fólk í øllum aldri og kann verða lisin av øllum heilt niður í umleið 10 ár.

Onnur tíðindi