Silvurlín ummælir grafiskar bøkur

Silvurlín Jóhansdóttir, sum gongur í 9. flokki í Skúlanum við Streymin, hevur seinastu tvær vikurnar verið starvsnæmingur á Bókadeildini.

Silvurlín dámar væl at lesa teknirøðir og grafiskar bøkur. Her eru hennara ummæli av nøkrum grafiskum bókum, sum BFL hevur givið út.

 

Men hvat hendi við tær?

 

★★★★★★

Eg elskaði søguna!

 

Søgan er um eina unga gentu, sum gongur í miðdeildini-hádeild. Hon eitur Jóhanna. Hon stríðist við etingarólag, hon fær ikki steðgað sær sjálvari at eta og følir seg ekstremt illa og verður útihýst í skúlanum av tí. Mamman spyr, um hon so ikki vil tapa seg. Um hon ger tað, kann hon fáa pengar. Jóhanna velur at so at gera tað. Hon lætnar, og tað skjótt, tí at hon hevur gjørt av at onki eta. Tað blívur verri og verri. Hon følir seg tjúkka, líka mikið hvussu nógv hon lætnar, men fær at enda hjálp og kemur so at enda burtur úr tí.

Eg elskaði søguna. Hon lýsir eitt evni, sum næstan aldrin verður lýst í bókum, og um etingarólag verður lýst, so er tað altíð, tá tey onki eta. Tað, at etingarólag verður lýst frá fleiri síðum, ger, at onnur kanska kenna seg aftur í hennari støðu, og ger, at tey eisini kunnu fáa hjálp. Bókin vísir, hvussu etingarólag ávirkar ein persón. Bókin er heldur ikki so long, at mann missir áhuga.

Men hvat hendi við tær? (2021) – Jenny Jordal skrivaði og teknaði. Hildigunn Niclasen týddi úr norskum.

 

Mist kall

 

★★★★★☆

Søgan er einføld, men sigur nógv allíkavæl

 

Søgan er um Rebekku, sum gongur á miðnámi, og um hennara trupulleikar eftir ræðuleikarnar í Utøya. Hon hugsar nógv um tað, sum hendi tann ræðuliga dagin, hóast hon ikki var á Utøya og heldur ongan kendi, sum var har. Men hon finnur kærleikan allíkvæl og hevur fólk sum stuðla henni.

Mær dámdi rættiliga væl søguna. Hon er einføld, men hon sigur nógv allíkavæl, málburðurin er ætlaður ungdóminum, og tað følir mann. Talumálið, ið verður brúkt, er ein góð blanding av føroyskum og tí dagliga “ungdómsmálinum”. Mær dámar eisini væl, at tey øll stríðast við sítt og hava tí ymiskar reaktiónir upp á alt, men finna enn semju til endans. Men eg helt, at høvuðspersónurin var eitt sindur irriterandi, hon fór at skelda øll, tí at tey ikki skiltu hennara støðu (hon hevði onki at gera við tað), og tað virkar, sum um hon heldur, at hon er í eini verri støðu, enn hini eru.

Mist kall (2023) - Nora Dåsnes skrivaði og teknaði. Beinir Bergsson týddi úr norskum.

 

Tíggju knívar í hjartað

 

★★★★★☆

Søgan var ordiliga fangandi


Hetta er ein søga um eina gentu, sum eitur Tóra. Hon er12 ára gomul og gongur í 7. flokki. Tóra og vinkonurnar, Linnea og Bao, plaga at spæla í skóginum langa fríkorterið, men so fær Linnea ein sjeik. Bao fer at klandrast við Linneu um kærleika, tí at Bao heldur, at kærleiki er býttur og Linnea tvørturmóti. Tóra vil ikki velja síðu, so hon byrjar at tosa við ta nýggju gentuna í flokkinum, Mariam. Tær hava nógv í felag, og Tóra blívur at enda forelskað í Mariam. Tá ið Bao finnur út av tí, verður hon eitt sindur irriterað, og tað endar so eisini í klandri. Men so aftaná at Tóra brestur, fínna tær allar út av tí og semjast. Mariam og Tóra blíva eisini væl.

Eg dámdi ordiliga væl hesa søguna. Gott nokk eri eg ikki ordiliga til kærleikssøgur, so tað var ikki soleiðis, at eg sat og speed-las alt, tí tað var so spennandi. MEN, hon var ordiliga fangandi, og mær dámdi væl, at søgan ikki ger alt ov nógv burtur úr tí at vera samkyndur. Hon er einføld, men løtt at skilja, tí hon er væl skrivað, og er ein teknirøð. Av tí at tað er ein teknirøð, ger tað tað nóóóógv lættari at skilja. All-in-all dámar mær væl søguna.

Tíggju knívar í hjartað (2023) - Nora Dåsnes skrivaði og teknaði. Julia Rutt Petersen týddi úr norskum.

 

Hvíti Fuglur

 

★★★★☆☆

Eg bleiv góð við persónarnar í bókini

 

Hendan søgan er um eina franska jødiska gentu, ið eitur Sara og hennara stríð. Hon hevði ein ordiliga góðan uppvøkstur, men so, tá ið kríggið brast á, var hon noydd at goyma seg hjá einum floksfelaga, ið var sera illa happaður, av tí at hann var blivin lamin. Hon missir mammuna, og pápin flytur vekk haðani. Sara og floksfelagin, Julien, vera sera væl, og foreldrini hjá Julien hjálpa eisini til við at ansa eftir Saru. Julien og Sara blíva forelskað, men tá ein annar floksfelagi, Vincent, fer í heimaherðin í Fraklandi finnur hann Julien og tekur hann. Sara missur Julien. Julien doyr í endanum av krígnum, og Sara yvirlivir kríggið.

Mær dámdi søguna rættiliga væl. Enn eina ferð løtt at skilja, tí at tað er ein teknirøð. Nøkur orð eru kanska eitt sindur ring at skilja og passa ikki altíð inn sum talumál. Annars er søgan ordiliga áhugaverd. Eg bleiv sera kedd, tá ið Julien doyði, tí eg bleiv góð við persónarnar í bókini. Eg hataði, hvussu omman sá út </3

Hvíti fuglur (2020) – R.J. Palacio skrivaði og teknaði. Ása H. Ellefsen týddi úr enskum. 248,-

Onnur tíðindi