Søkt verður eftir ritstjóra til Bókadeildina í tíðaravmarkað starv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi

Bókadeild Føroya Lærarafelags søkir eftir ritstjóra at arbeiða 30 tímar um vikuna fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi at byrja 1. apríl 2024 og eitt ár fram.

Starvið fevnir um fjølbroyttar uppgávur á forlagnum. Høvuðsuppgávurnar eru at ritstjórna upprunaføroyskar og týddar bøkur til útgávu, og stórur partur av hesum arbeiðnum er at rættlesa. Umframt hetta kunnu aðrar uppgávur vera, bæði praktiskar og fakligar, sum t.d. at skipa fyri útgávutiltøkum og at skriva greinastubbar til bløð og heimasíður.

 

Til starvið krevst
• læraraútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving
• stórur áhugi og vitan um bókmentir, serliga barna- og ungdómsbøkur
• sera góðir málsligir førleikar at arbeiða við teksti og at rættlesa
• at tú arbeiðir sjálvstøðugt, men samskiftir opið og væl við onnur
Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi starvsroyndir

 

Løn og setanartreytir eftir sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til stjóran á Bókadeildini á tlf. 235772 ella á nielsjakup@bfl.fo

Skrivlig umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og møguligum viðmælum skal vera Bókadeildini í hendi 26. januar 2024:

Bókadeild Føroya Lærarafelags
Postrúm
FO-110 Tórshavn

Ella senda til nielsjakup@bfl.fo

 

 

Bókadeildin er forlag undir Føroya Lærarafelag, sum gevur út barna- og ungdómsbøkur, umframt barnabløðini STROK og Píka7. Vit hava bókaklubba fyri børnum og ungum í øllum aldri. Les meira á www.bfl.fo.

Onnur tíðindi