Søguleikhús fyri børn

Ein nýggjur og gandakendur máti at siga frá søgum!

 
Setið tykkum væl til rættis, latið hurðarnar upp og njótið søguna, sum verður kveikt til lívs í eini søguleikhúsframførslu ...

Søguleikhúsið hjá Bókadeildini er upplestur fyri børn upp á ein heilt nýggjan máta. Søguleikhúsið sameinir sjónleik og bókmentir og ger upplestur til eina gandakenda uppliving. Tað er ein stuttligur, serligur og einfaldur máti at miðla søgur, sum fær børnini við í munnbornu søguna stuðlað av litríkum myndaørkum og flotta leikhúsinum.

 

Ummæli

Besta viðmæli frá mær!

“Tá tú vísir teatur, fært tú nakað annað, enn tá tú lesur eina bók. Tað er hátíðarligt og stuttligt at sita á rað framman fyri hesum fína leikhúsinum og hoyra eina søgu. Lagt verður upp til fleiri góðar samrøður við áskoðararnar. Besta viðmæli frá mær.”

Jeanne Nielsen, námsfrøðingur í barnagarðinum Bryggeren i Tårnby

 

Video av søguleikhúsinum á Bókadøgum. TAK NIÐUR

 

Søgur

Allar søgurnar eru prentaðar á stór myndaørk, og teksturin til søguna er prentaður á baksíðuni á hvørjum einstøkum arki. Tað finnast longu fleiri søgur til Søguleikhúsið hjá Bókadeildini – og fleiri eru á veg!

 

Omma til sølu (frá 3-4 ár)

Rebecca Wexelsen skr., Ella Okstad myndpr., Kristianna Poulsen týddi úr no.

Kr. 599,95 við MVG

 

Abbi og eg og abbi (frá 3-4 ár)

Dánial Hoydal skr., Annika Øyrabø myndpr.

Kr. 599,95 við MVG

 

: Teir tríggir bukkarnir Brúsi

Teir tríggir bukkarnir Brúsi (Kemur skjótt!)

Ursula Seeberg skr. og myndpr. Pauli Hansen týddi úr no.

Kr. 599,95 við MVG

 

Eg vil eisini! (Kemur skjótt!)

Guðrið H. Jacobsen skr. og Henny Dánialsdóttir myndpr.

Kr. 599,95 við MVG

 

Mítt botnlív (Kemur skjótt!)

Linda Bondestam skr. og myndpr. Sanna A. Dahl týddi úr sv.

Kr. 599,95 við MVG

 

Gruffalo (Kemur skjótt!)

Julia Donaldson skr. og Alex Scheffler myndpr. Anna Maria Reinert Jensen týddi úr en.

Kr. 599,95 við MVG

 

Hvalagongan (Kemur skjótt!)

Nick Bland skr. og myndpr. Sanna A. Dahl og Silja Aldudóttir týddu úr en.

Kr. 599,95 við MVG

 

No photo description available.

Abbi er sjórænari (Kemur skjótt!)

Jan Lööf skr. og myndpr. Pauli Nielsen týddi úr sv.

Kr. 599,95 við MVG

 

Dunnuungin Pu (Kemur skjótt!)

Jógvan Edmund á Geilini skr., og Janus á Húsagarði myndpr.

Kr. 599,95 við MVG

 

Lotta í Brakarastræti (Kemur skjótt!)

Astrid Lindgren skr., og Cecilia Heikkilä myndpr. Ebba Hentze týddi úr sv.

Kr. 599,95 við MVG

 

Mín! (Kemur skjótt!)

Klara Persson skr., og Charlotte Ramel myndpr. Sanna A. Dahl týddi úr sv.

Kr. 599,95 við MVG

 

Eg bestemmi! (Kemur skjótt!)

Ingrid Olsson skr., og Anete Melece myndpr. Jóhanna H. Wolles týddi úr sv.

Kr. 599,95 við MVG

 

Søguleikhús úr træ við toppstykki

Uml. 45,5 x 32,5 x 8 cm. Toppstykkið er uml. 15 cm høgt.

Leikhúsið hóskar til søguørkini, sum eru í A3-stødd.

Kr. 2.000,00 við MVG

 

Prei til at arbeiða við Søguleikhúsinum

Søguleikhúsið hjá Bókadeildini kann brúkast upp á óteljandi mátar aftrat tí upplagda, nevniliga livandi upplestrinum.

 

Royn eisini hesi hugskotini:

 

1. Tekna og finn upp á tína egnu søgu

Gev børnunum blank A3-ørk og lat tey finna upp á og tekna sína egnu søgu. Lat tey framføra søgurnar í Søguleikhúsinum fyri hvørjum øðrum í smærri bólkum ella fyri øllum.

 

2. Ger søguna lidna

Finn upp á byrjanina og miðjuna á einari søgu og lat síðani børnini finna upp á ein enda á søguni, sum tey skulu tekna og framføra í Søguleikhúsinum.

 

3. Brúka Søguleikhúsið til at lesa sum ein samrøða

Tá lisið verður samvirkið, er samrøðan millum teg og børnini í miðdeplinum. Her fær upplesarin børnini við og ger tey til ein aktivan part av søguni. Gev tær góða tíð at lesa upp og steðga á fyri at tosa um, hvat hendir í søguni, ímeðan tit lesa.

 

4. Brúka rekvisittir í upplestrinum

Finn leikutoy og rekvisittir, sum hóska til søguna, orð og vendingar, ið koma fyri. Tað kann vera figurar, djór ella lutir, sum stuðla upp undir orð og hugtøk í søguni. Brúka tingini tá tú lesur og til at endursiga og tosa um søguna aftaná. Lat endiliga børnini halda, nerta og føla tingini.

 

5. Dramatiskur upplestur

Les søguna ígjøgnum nakrar ferðir, áðrenn tú skalt framføra hana og finn upp á røddir til persónarnar. Brúka allan kroppin (rørslur, ljóð og livandi andlit) til at stuðla upp undir søguna. Tað kann vera alt frá at trampa, gnísta, hoppa og brúka andlitsbrøgd til at lýsa gleði, vreiði, yvirraskilsi osfr. Tú kanst eisini finna hóskandi tónleik og brúka hann sum fylgitónleik til at gera eitt huglag fyri søguna: fuglalátur, djór á bóndagarðinum, rennandi vatn, regn, alduskvatl. Børnini síggja, hvussu tú brúkar røddina og kroppin til at fáa eitt huglag fram. Lat eisini børnini royna sjálvi at dramatisera hendingar, sinnisstøður og støður úr søguni aftaná.

 

6. Høgtíðir og merkisdagar

Brúka Søguleikhúsið, tá tit skulu tosa um høgtíðir og merkisdagar. Tekna blank A3-ørk – alt eftir evninum: Tað kann vera at bjóða einum barni vælkomnum í barnagarðin/flokkin, eitt prát um jól, føstulávint, føðingardagar, feriur ella eitt evni, sum upptekur tykkum.

Onnur tíðindi