6 bøkur í ársins fyrsta bókaumfari

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur seks nýggjar bøkur út í ársins fyrsta bókaumfari.

Les meira um tær niðanfyri.

 

Gravkúgvin hjá Flekki

Hurr! Klams! Knas! Kom við, tá Flekk hjálpir pápa sínum at grava ein hyl til bóndagarðin.

 

Eric Hill skrivaði og myndprýddi. Silja Aldudóttir týddi úr enskum.

Bókin er sniðskorin pappbók, 12. bls. og til børn uml. 0-1 ár.

 

Stolni svøvnurin hjá Stellu

Tað er lættari at sovna, um tú lesur eina bók fyrst. Tað vita øll – eisini Stella og pápi hennara. Men aftan á níggju bøkur er Stella enn ikki troytt! Hevur onkur stolið hennara svøvn? Tíbetur so arbeiða detektivarnir Áarrosso, Flamingo og Bobby upp á sakina!

 

Í síni nýggjastu bók er Anete Melece hugtikin av tí torføru uppgávuni at leggja eitt barn at sova. Hvat ger mann, tá allar bøkur eru lisnar, ljósið er sløkt, men eingin svøvnur er nærindis? Jú, mann fer at leita eftir svøvninum.

 

Anita Melece skrivaði og myndprýddi. Beinir Bergsson týddi úr enskum.

Bókin er innbundin, 32 bls. og til børn uml. 2-3 ár.

 

Hvat er inni í mær?

Hvat er inni í mær? Hvat gevur mær mítt skap? Hvussu kann eg flyta meg? Hvat ger blóð? Og hvar fer maturin, eg eti? Nú fara vit at kanna tað.

 

Katie Daynes skrivaði, og Marta Álvarez Miguéns myndprýddi. Silja Aldudóttir týddi úr enskum.

Bókin er klaffabók, 12. bls. og til børn uml. 4-5 ár.

 

Einhyrningaskúlin – Sofía og Ælabogi

Sofía er so spent at ganga á Einhyrningaskúlanum! Hon er vís í, at Ælabogi, hennara vakri einhyrningur, fer at verða hennara besti vinur. Tá Gliturvatnið fær ein løgnan lit, og gandurin hjá einhyrningunum ikki riggar longur, vita Sofía og Ælabogi, at tey kunnu fáa alt í rættlag aftur. Men tey mugu vera djørv og fara á eitt stórt ævintýr í skóginum.

 

Julie Sykes skrivaði, og Lucy Truman myndprýddi. Julia Rutt Petersen týddi úr enskum.

Bókin er heft, 104 bls. og til børn uml. 6-9 ár.

 

Náttarravnurin

Veturin hevur fastatøkur á Stokkhólmi. Tollbúðirnar eru stongdar av kava, og tað slepst hvørki inn ella út úr býnum. Foreldraleysa Mika býr á barnaheiminum. Fyri at bjarga sær hevur hon hvest sínar sera góðu gávur at síggja hvønn lítlan staklut og allar hóttandi støður. Eina náttina kemur ein ræðslusligin, ungur maður til barnaheimið við einari nýføddari gentu. Tað er byrjanin til eina røð av hendingum, sum setir Miku í størri vanda, enn hon nakrantíð hevði kunnað ímyndað sær.

 

Johan Rundberg skrivaði. Guðrið Rubeksen týddi úr svenskum.

Bókin er heft, 194 bls. og til børn uml. 10-12 ár.

 

Vit skulu bara súkkla framvið

Manda og Malin ganga í níggjunda og eru bestu vinir. Tær búgva í eini lítlari bygd, har øll kenna øll, og lívið stendur í stað. Tær súkkla teir flestu dagarnar runt og vóna, at okkurt fer at henda. Malin droymir um eina romansu, sum kann rista tilveruna eitt sindur, og Manda ger av at gera tað sama, tá ein nýggjur drongur brádliga stendur uttan fyri pitsaria – kanska tann penasti, hon nakrantíð hevur sæð.

 

Tær gera ætlanir og sníkja seg í eitt ball. Men hvussu langt skal mann fara fyri at skaffa sær ein sjeik? Hvussu nógv vil mann ofra?

 

Ellen Strömberg skrivaði. Ingun Háberg týddi úr svenskum.

Bókin er heft, 268 bls. og til ung frá uml. 13 ár.

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni