Elin á Rógvi fær Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2025 fyri Fornt

Mikudagin 22. oktober vórðu virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs handaðar í Müllers pakkhúsi. Tá bleiv avdúkað, at Tórshavnar býráð í ár hevur valt at lata Elini á Rógvi Barnamentanarheiðurslønina fyri barnabókina Fornt.

Fornt er ein spennandi skaldsøga, sum snýr seg um tað flótandi markamótið millum veruleika, telduspøl og føroyskar sagnir. Heitið sipar til heimskenda telduspælið, sum øll verðin elskar. Í spælinum kanst tú velja at varnast ella at jagstra verur. 11 ára gamli Eiri og vinkona hansara Sólja varnast eina nýggja veru í spælinum, sum eingin nakrantíð hevur sæð fyrr! Brádliga spæla tey millum teir bestu Fornt-spælararnar í heiminum. Men okkurt er ikki heilt, sum tað sær út til at vera ...

Í grundgevingini fyri at lata Elini heiðurslønina sigur Tórshavnar býráð:

Fornt er ein livandi nútíðarlýsing av barnalívinum. Ein spenningssøga, sum gongur fyri seg í veruleikanum og í tykisheiminum, og karmurin er telduspælið við sama navni, Fornt.

Heitið sipar til fornu sagnirnar, men speglar eisini navnið á telduspæli, sum nógv í Føroyum kenna. Fornt dregur og lokkar, eins og nykurin gjørdi fyrr. Sagnirnar gerast livandi, har børnini varnast ella jagstra.

Trupulleikin við skíggjum, ið eru stóra marran hjá foreldrum, verður væl lýstur. Høvundurin setir seg í støðuna hjá børnunum og teimum ungu, og samstundis fáa foreldrini eitt innlit, sum gevur teimum møguleika at skilja hesa ókendu verðina.

Við sagnverum í nútímans telduspæli byggir Fornt brúgv ímillum fortíð og nútíð. Kanska brúgvin fer at røkka inn í framtíðina, nú telduspælið er á føroyskum og gongur fyri seg í Føroyum.

Høvundurin leggur upp til at brúka føroyska umhvørvið og at samskifta á føroyskum.

Fornt er væl skrivað, og Elin megnar við einum livandi máli at byggja upp ein spenning, sum heldur fast í lesaran – til síðsta punktum.

Silja Eystberg myndprýddi bókina, og Bókadeild Føroya Lærarafelags gav hana út í november 2024. Elin og Silja vóru báðar tilnevndar Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri Fornt.

Barnamentanarheiðurslønin er ein heiðursløn, sum Tórshavnar býráð á hvørjum ári letur fyri bókaverk ella listaverk til børn, sum hevur serligar dygdir. Heiðurslønin fevnir um rithøvundar, týðarar, listafólk og einstaklingar.

Vit á Bókadeildini ynskja Elini á Rógvi hjartaliga til lukku við Barnamentanarheiðurslønini!

Onnur tíðindi

Ein loysn frá Sendistovuni